Vit eru sera errin av at kunna presentera Skousen, størsta hvítvøruveitara í Norðurlondum. Eftir at hetta samstarv kom í lag í 2019 hava vit víðka um okkara hvítvørudeild og hava sostætt sett áleið 300 fermetrar av til hvítvørur og húsarhaldstól.

Hetta sæst týðuligani tá tú kemur upp ígjøgnum trappurnar til okkara snotiliga Skousen handil. Vit hava eitt sera breitt úrvæl innan vaskimaskinur, turkitrumlur, ovnar, induktiónsplátur o.l.

ÚRVAL

HVITVØRUR FRÁ BOSCH

Bosch Vaskimaskina 1

Bosch er eyðkent fyri at menna hvítvørur við høgari góðsku og nýtmótans snið. Hjá UNO bjóða vit tær hópin av Bosch hvítvørum at velja í: vaskimaskinur, uppvaskimaskinur, køliskáp, køli/frystiskáp, innbygdar og fríttstandandi ovnar og mangt annað.

HVÍTVØRUR FRÁ SIEMENS

Støkk inn á gólvið og lat okkum vísa tær breiða úrvalið: induktiónskókiplátir, uppvaskimaskinur, vaskimaskinur, ovnar. o.s.fr.

SCANDOMESTIC

Scandomestic Kølifrystiskáp 1

Vit kunnu bjóða eitt breitt úrval av Scandomestic hvítvørum: køliskáp, køli/frystiskáp, induktiónskókiplátur, ovnar, uppvaskimaskinur…

HVÍTVØRUR FRÁ GORENJE

Kókipláta Frá Gorenje 1

Vit hava eitt breitt úrval av hvítvørum frá Gorenje: Innbygdar og fríttstandandi ovnar, induktiónskókiplátur, eymhettur, køliskáp…

SILVERLINE EYMHETTUR

Silverline Eymhetta 1

Vegg-eymhettur frá Silverline hava eitt snøgt snið og kunnu fjarðstýrast. Tú kanst tí stýra eymhettuni uttan at fara upp frá køksborðinum-